Sæð í mund til fyrstu árini, so er tað vorðið longur ímillum veruliga avsmurningarnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Soleiðis var tapið mikukvøldið tað 13. í røðini av tapum, sum hava verið í minsta lagi fimm mál. Av hesum hava tey sjey verið innan fyri fyrstu fimm árini í altjóða undankapping, meðan tað seinni hevur verið longur ímillum hesi. Dystirnir, sum talan hevur verið um, eru kanska skjótari gloymdir enn teir, har vit hava fingið góð úrslit. Men her eru so tey 13 úrslitini, har hetta er komið fyri.
DagurDysturÚrslit
01.05.91Jugoslavia-Føroyar7-0
11.09.91Føroyar-Norðurírland0-5
06.05.92Rumenia-Føroyar7-0
09.09.92Wales-Føroyar6-0
11.08.93Føroyar-Noreg0-7
16.11.94Finnland-Føroyar5-0
15.11.95Grikkaland-Føroyar5-0
06.10.96Føroyar-Jugoslavia1-8
04.06.98Estland-Føroyar5-0
06.06.01Føroyar-Jugoslavia0-6
21.02.04Føroyar-Póland0-6
04.09.04Sveis-Føroyar6-0
16.08.06Føroyar-Georgia0-6