13 tingfólk feldu kringvarpsskattin

Meirilutin í løgtinginum, sum hósdagin feldi uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum um at krevja kringvarpsgjaldið inn umvegis skattin var ikki so sannførandi stórur, tí tað vóru bara 39 prosent av tingfólkunum aftan fyri meirilutan.

Tá málið kom til atkvøðugreiðslu, vóru bara 20 tingfólk í salinum, hóast 27 fólk vórðu skrivað í gerðabókina fyri at hava verið á fundi.

So meðan tað manglaðu sjey fólk í samgonguni, so var andstøðan ikki stórt frægari, tí í anstøðuni manglaðu seks.

Tað var kortini greitt frammanundan, at málið ikki fór at vinna frama, tí øll samgongan og Poul Michelsen í Framsókn vóru ímóti uppskotinum í mentanarnevndini.

Tey sjey, sum atkvøddu fyri uppskotinum vóru:

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Gunvør Balle, Tjóðveldi

Kristina Háfoss, Tjóðveldi

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Henrik Old, Javnaðarflokkurin

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin

Tey trettan, sum atkvøddu ímóti vóru:

Jógvan á Lakjuni

Jóna Mariusardóttir Mortensen

Alfred Olsen

Reimund Langgaard

Rósa Samuelsen

Eivin Jacobsen

Joen Magnus Rasmussen

Brandur Sandoy

Bjarni Djurholm

Jákup Mikkelsen

Kristianna Winther Poulsen

Jenis av Rana

Edva Jacobsen

Tey seks, sum sambært gerðabókini ikki vóru til arbeiðis hendan dagin, vóru:

Bill Justinussen

Hanus Samró

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur

Rodmundur Nielsen

Poul Michelsen

Mikkjal Sørensen

Og tey fýra, sum sambært gerðabókini vóru til arbeiðis hendan dagin, men sum ikki vóru í tingsalinum, tá atkvøtt var um uppskotið, vóru:

Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum

Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi

Sambært Rigmor Dam mátti hon fara av fundinum, tí hon hevði barnaføðingardag heima við hús. OrðAskiftið um blokkin dró so nógv út, at hon ikki náddi málið um kringvarpsskattin.

- Eg avtalaði við Gunvør Balle, at hon tók sær av málinum. Síðani clearaði eg við Helga Abrahamsen, sigur Rigmor Dam við Portalin.