13. umfar: Ungir víkingar eru sjálvskrivaðir

Tað sæst á liðnum eftir 13. umfar, at KÍ er sannførandi topplið, og at Víkingur koppaði greipuvinnarunum í HB

Betri seint enn ongantíð, plagar tað at verða tikið til, og vit vóna, at lesararnir bera yvir við okkum, at liðið eftir 13. umfar ikki verður kunngjørt fyrr enn nú, tá ið tað er mikumorgun, og tað bara er hálvtannað samdøgur til næsta dystin – tann fyrsta í 14. umfari – sum verður í annaðkvøld, hóskvøldið, tá ið HB fær vitjan av TB.

 

Vit valdu at bíða til týsmorgunin í virðing fyri, at síðsti dysturin í 13. umfari varð spældur á Dungasandi í Sørvági mánakvøldið, tá ið 07 Vestur vann 1-0 ímóti ÍF. Og so var okkurt í gjár, sum bar við sær, at liðið ikki varð alment. Men her er tað, eftir at vit hava verið í sambandi við eygleiðarar kring landið.

 

KÍ er topplið, og tað skal valdast topplið. Síðani 2-2 á heimavølli ímóti HB – tað var tá Árni Frederiksberg í evstu løtu javnaði við tiltikna frísparkinum – hevur KÍ spælt seks landskappingardystir. Klaksvíkingar hava vunnið fulla úrtøku, og tað er við málmuninum 33-0! Tað er púra óhoyrt.

 

Síðsta sigurin vann KÍ á heimavølli ímóti TB. 4-0 og fimm KÍ spælarar eru á liðnum eftir 13. umfar. Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Árni Frederiksberg eiga mest sum fast pláss á liðnum. Heini Vatnsdal hevur verið á liðnum fleiri ferðir áður, og so er tað merkisvert, at Jóannes Bjartalíð er aftur á liðnum. Tað bendir á, at hann er um at fóta sær eftir at hava verið í aldudali.

 

Víkingur vann 2-1 á HB í Gundadali. Nú hevur Víkingur vunnið tvær ferðir ímóti HB í ár. Sigurin sunnudagin var tann fyrsti á útivølli ímóti HB síðani 2017, tá ið Víkingur var meistari og í Gundadali ímóti HB spældi 2-2 og so vann 2-1.

 

Ungu víkingarnir taka alt størri ábyrgd. Serliga eyðsýndir sunnudagin vóru sentrali miðvallarin Geza David Turi og framrættaði Arnbjørn Svensson, sum bæði skoraði til 1-0 og átti fína uppleggið til 2-1 sigursmálið.

 

EB/Streymur vann søtan 2-1 sigur ímóti NSÍ, sum ikki líktist sær sjálvum í Hólmanum á Eiði. Ein av teimum, sum av álvara gekk undan hjá EB/Streymi, var miðverjin og liðformaðurin Andras Ó. Olsen, sum í 3-4-3 skipan er í verjuni saman við Heina Vatnsdal og Gunnari Vatnhamar.

 

B36 vann 3-1 á Svangaskarði. Tølini siga, at tað ikki var so stórur munur á liðunum. Bjarki C. Nielsen átti avgerandi leiklut, tá ið hannskoraði tvey mál eftir lítlari løtu síðsta korterið í fyrra hálvleiki, og so var Mattias Lamhauge, sum er nýggjur í landsliðshópinum, sera tryggur í málinum.

 

Okkara boð upp á liðið eftir 13. umfar er hetta:

 

Mattias Lamhauge, B36 – Andras Ó. Olsen, EB/Streymur, Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Heini Vatnsdal, KÍ – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Geza David Turi, Víkingur,  Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, KÍ – Árni Frederiksberg, KÍ, Arnbjørn Svensson, Víkingur, Bjarki C. Nielsen, B36

 

 

 

14. umfar verður frá hóskvøldinum og fram til sunnudagin. Mánamorgunin seta vit liðið eftir tað umfarið:

 

Hósdagin

 

HB – TB kl. 18.30

 

Fríggjadagin

 

NSÍ – B68 kl. 19.00

 

Leygardagin

 

EB/Streymur – B36 kl. 19.00

 

Sunnudagin

 

KÍ – ÍF kl. 15.00

 

Víkingur – 07 Vestur kl. 15.00