SMÁBÁTAR: Sunnudagin skipaðu Shell og Tórshavnar Bátafelag fyri tiltaki fyri bátaeigarar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn. Nógv fólk møttu – tá fundurin byrjaði kl 16 var salurin fullur, tí eini 130 fólk vóru komin at lýða á.
Tiltakið byrjaði við, at Niclas Heri Jákupsson frá Shell og Kartni Olsen frá Tórshavnar Bátafelag, bjóðaðu vælkomin. Fyrstur á pallin var Marius Magnusson frá Trygdarmiðstøðini í Klaksvík. Hann greiddi frá sínum dagliga arbeiði og teimum avbjóðingum sum liggja í at hava eina trygdarmentan. Hann tók dømi millum Føroyar og Sumatra, sum hann nýliga hevur vitjað, har trygdin als ikki verður sett í hásæti.
Ein áhugaverdur, og sera upplýsandi fyrilestur, siga fólk, sum lýddu á.
Næstur at halda fyrilestur, var Hanus Kjølbro. Hann greiddi frá sínum arbeiði at evna til og geva út bókina Veðurlæra. Á ein sera hugnaligan og gevandi máta greiddi Hanus frá um hetta drúgva arbeiðið. Hanus kom eisini inn á, hvussu man avlesur veðurkort, og hevði hetta sera stóran áhuga millum áhoyrararnar.
Eftir ein kaffisteðg, har menn eisini fingu strekt beinini, hevði Fiskirannsóknarstovan tveir áhugaverdar fyrilestrar.
Bjarti Thomsen tosaði um royndir, sum teir hava gjørt at fiska tosk við rúsum, og Kristian Zachariassen greiddi frá um royndir við snelluveiðu á Landgrunninum og á Føroya Banka.
Hetta vóru eisini tveir menn, sum dugdu væl at siga frá, og vístu teir eisini livandi myndir av fiski, sum bítur á húk, og hvussu hann kemur í rúsu. Fleiri spurningar komu frá áhoyrararnum, og tá Niclas Heri Jákupsson og Kartni Olsen endaðu kvøldið, vóru tað fleiri menn sum stungu høvdini saman, fyri at tosa um tað, sum teir høvdu hoyrt.
- Vit eru sera fegnir um hetta samstarvið við Shell og takksamir fyri, at vit kundu bjóða limum okkara til eitt slíkt gevandi og spennandi tiltak, sigur Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag.