135 brekað í hopla á Zarepta

Um vikuskiftið vórðu 310 fólk á familjulegu fyri brekað á Zarepta á Vatnsoyrum

24. árið á rað varð familjulega fyri brekað hildin í frálíka náttúruumhvørvinum á Zarepta á Vatnsoyrum, og sum vanligt var uppmøtingin sera góð. 135 brekað luttóku á leguni, og við avvarðandi, starvs- og hjálparfólki vóru tilsamans 310 fólk savnað frá hósdegnum til sunnudag.

Nógvir aktivitetir
Tey brekaðu høvdu hesar dagarnar møguleikar fyri eini øðrvísi uppliving samanborið við gerandisdagin, sum samstundis er ein umlætting fyri starvsfólkið á stovnum kring landið, og skráin var fylt við alskyns aktivitetum. Leguluttakarar kundu svimja, gera fimleik, spæla fótbólt, rógva, klippa, tekna, syngja, spæla tónleik, ríða á hestbaki o.s.fr.
Meðan leguluttakararnir á henda hátt eru upptiknir, eru eisini møguleikar fyri innihaldsligari gósðsku hjá starvsfólkið og avvarðandi. Skipað varð fyri fyrilestrum, sum faklærd fólk hildu, har viðkomandi mál vórðu greidd frá. Ymsu fyrilestrarnir vóru m.a. annað um tunglyndi (depressión), royndir hjá foreldrum við sálarsjúkum børnum, brekað í skaldskapi og um at liva við sklerosu.
Leygardagin varð skipað fyri Grand Prixi og framsýningum uttanfyri í sólini, har brekaðu luttakararnir høvdu høvi at sýna fram tað, tey síðani Dýra Biðidag (hósdagin) høvdu arbeitt við.
Í kjalarvørrinum av kjakinum um nakkafoldskanningar og tilboðini um at avmarkað t.d. mongolar rennur einum í hug Ígjøgnum eitt vikuskiftið saman við hesum veika samfelagsbólki, hvussu fátækari okkara samfelag hevði verið uttan hesi øðrvísi, men litríku og stuttligu menniskju. Vit "normalu" hava nógv at læra frá hesum fólkum, sum ikki gera eini flugu mein og livandi í nú´inum njóta ein dag í senn. Gævi vit øll høvdu ein lítlan mongol í okkum.
Eitt frálíkt vikuskiftið, og vit lata myndirnar tala fyri seg?