14 fólk funnin á lívi - eftir níggju dagar á sjónum

Av 15 fólkum, sum vórðu funnin á lívi á einum flaka í Java-havinum í gjár, doyði tann eini, eftir at tey bjargaðu vóru fingin umborð á farmaskipið

Út við 400 fólk blivu burtur í Java-havinum við bil-og ferðafólkaferjuni, Senopati Nusantara, tá hon sakk.
Í gjárkvøldið vórðu 14 saknaði funnin aftur á lívi á einum bjargingarflaka – níggju samdøgur eftir skipsbrotið. Tað var eitt farmaskip, sum kom fram á flakan og tey 14 fólkini. Flakin var rikin heilar 600 kilometrar burtur frá staðnum, har ferjan fórst.
15 fólk vóru á flakanum, men tann eini doyði beint eftir, at øll vóru fingin umborð á farmaskipið.
Tíðindastovan AP hevur hesi tíðindini frá bjargingarleiðsluni í Bali.
Farmaskipið, sum fann tey skipsbrotnu, verður ætlandi inni í havnabýnum Makassar í Sulawesi í kvøld. Sulawesi er ein av teimum 17.000 oyggjunum í Indonesiu.
Tað var tann 29. desember, at ferjan sakk á veg úr Borneo til Java, og seinastu almennu tølini siga, at 628 fólk vóru umborð á ferjuni.
Fleiri hundrað fólk vórðu stongd inni umborð á Senopati Nusantara, tá ið ferjan sakk.
Áðrenn tey 14 vórðu funnin á lívi í gjár, eru skásett 220, sum eru sloppin frá skipsbrotinum við lívinum.
Seinasta mikudag funnu bjargingarfólk 12 onnur ferðafólk á lívi, og millum hesi var seks ára gamlidrongurin, sum vit síggja á myndini – og pápi hansara.
Tað var illveður á leiðini, tá ið ferjan sakk.