14 fólk liggja í respiratori við koronu í Noregi

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg havt í miðal 1440 smittutilburðir um samdøgrið.

 

 

Nýggjastu tølini úr Noregi siga, at landið seinasta samdøgur hevði 1204 nýggjar smittutilburðir við koronu.

 

Tað er 145 tilburðir færri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg havt í miðal 1440 smittutilburðir um samdøgrið.

 

Fara vit aftur sjey dagar longur aftur, var miðaltalið fyri hvønn dagin tá 1236.

 

Í dag liggja 94 fólk við covid-19 á norskum sjúkrahúsum. Tað er seks fleiri enn dagin fyri.

 

34 av sjúklingunum fáa intensiva viðgerð, harav 14 liggja í respiratori.