14 mál í tveimum dystum

Champions League: Talan var um serstakliga undirhaldandi fótbóltskvøld í Champions League í kvøld

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League kappingini hava í kvøld verið spældar.

 

Og sigast má, at báðar áttandapartsfinalurnar leveraðu undirhald á hægsta stigið.

 

Av dystunum, var størra uppgerðin á Etihad leikvøllinum í Manchester, har Manchester City tók ímóti Monaco. Undan dystinum var Manchester City ein rímiliga greiður favorittur, men gestirnir úr Monaco argaðu av álvara.

 

Dysturin endaði við einum 5-3 sigri til Manchester City, eftir at dysturin hevði bylgja nógv aftur og fram. Manchester City legði seg fyrst á odda 1-0, áðrenn Monaco fyrst kom á odda 2-1 og síðani eisini 3-2, áðrenn Manchester City í endanum vendi dystinum, soleiðis at hann endaði 5-3.

 

Á liðnum hjá Monaco í kvøld spældi eitt av stóru floppunum í enskum fótbólti seinastu árini, Radamel Falcao. Falcao var sum heild millum bestu mennirnar á vøllinum, og skoraði hann eisini tvey mál fyri Monaco, umframt at hann eisini brendi eitt brotsspark.

 

Í hinari áttandapartsfinaluni møttust Leverkusen og Atletico Madrid í Týsklandi.

 

Tann dysturin endaði við einum 4-2 sigri til gestirnar úr Atletico Madrid, eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

 

Tí eru stór útlit fyri, at bæði Manchester City og Atletico Madrid tí spæla seg víðari í fjórðingsfinalurnar. Í annaðkvøld vera tvær aðrar áttandapartsfinalur leiktar, sum vera millum Sevilla og Leicester, umframt FC Porto og Juventus.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Bayer Leverkusen – Atletico Madrid 2-4 (0-2)

0-1  Saul Niguez

0-2  Antoine Griezmann

1-2 Karim Bellarabi

1-3 Kevin Gameiro

2-3 Stefan Savic (Sjálvmál)

2-4 Fernando Torres

 

Manchester City – Monaco 5-3 (1-2)

1-0 Raheem Sterling

1-1 Radamel Falcao

1-2 Kylian Mbappe Lopin

2-2 Sergio Aguero

2-3 Radamel Falcao

3-3 Sergio Aguero

4-3 John Stones

5-3 Leroy Sane