Í morgun landaði Sigmundur 1100 kassar av línufiski á Toftum. Hetta er umleið 140.000 pund. Teir hava fiskað í Eysturgrønlandi í sjey dagar. Meginparturin av veiðini er toskur, og eisini er nakað av brosmu, kongafiski og øðrum fiskasløgum.
- Hetta er ein góður túrur, men ikki nakar roktúrur. Fiskiskapurin hevur verið í lagi, men hevur ikki verið eins góður, sum hann eitt nú var har yviri í 2015. Tá fiskaðu vit somu nøgd í fimm dagar, og ein annan túr fiskaðu við nøgdina í seks dagar.
Tað sigur kokkurin umborð á Sigmundi, Magni Rubeksen, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Hann heldur, at hóast hetta er ein góður túrur í mun til túrar undir Føroyum, so skal fiskiskapurin helst vera væl betri undir Eysturgrønland.
- Fyri tað fyrsta, tekur tað umleið fýra samdøgur at sigla yvir, og so kunnu vit bara fiska í umleið eina viku, tí tað eru eisini fýra samdøgur at sigla heimaftur, sigur kokkurin.
Magni Rubeksen væntar, at teir fara ein túr aftrat undir Føroyar, áðrenn teir fáa summarfrí. 13 mans vóru við Sigmundi henda túrin í Grønlandi, og skipari var Elmar Rubeksen.