146 nýggir tilburðir í Noregi

Størsta tal av teimum, sum eru deyð við covid-19 í Noregi, eru fólk, sum eru millum 80 og 89 ár, og 52 prosent av teimum deyðu eru menn.

 

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið hevði Noreg skrásett tilsamans 16.602 covid-19 tilburðir, og tað er ein øking í mun til samdøgnið fyri á 146 smittutilburðir.

Hetta eru 31 tilburðir fleiri enn sama samdøgur í síðstu viku.

Í Noregi hava tey gjørt út við 1,5 miljónir covid-19 kanningar til og við farna sunnudag. 28 fólk eru í løtuni innløgd á sjúkrahús, og hetta er sama tal, sum var fyri farna vikuskiftið.

Norski Fólkaheilsustovnurin hevur skrásett 278 deyðsføll síðan í mars.

Størsta tal av teimum, sum eru deyð við covid-19, eru fólk, sum eru millum 80 og 89 ár, og 52 prosent av teimum deyðu eru menn. 

Fólkaheilsustovnurin vísir á, at tað er ikki altíð so einfalt at siga, um fólk eru deyð av covid-19 ella við covid-19, og tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.