Havn: Ølfløskur, ølkassar og ølluktur.
Tað er ikki júst tað, ein fyrst hugsar um, tá ein skal umrøða tað kristiliga arbeiðið, sum KFUM í Havn stendur fyri.
Men tann sum kom inn í KFUM seinasta leygardag kundi ikki sleppa undan tí rama luktinum av ølfløskum, sum tú møtti longu úti í gongini.
Og kom tú longur upp gjøgnum trappurnar og inn í stóra salin, var sjón fyri søgn: Á gólvinum lógu í hópatali av kassum fyltir við tómum sodavatns- og ølfløskum. Har lógu ruskposar og tómar fløskur á gólvinum.
Allar hesar túsundtals fløskurnar høvdu teir ídnu og ungu sangararnir í tensing-kórinum "Sound of Glory" savnað inn í farnu. Nú var innsavningin at enda komin, og nú skuldi teljast upp og seljast.
- Veðrið var einki at reypa av í farnu viku, men tað forðaði okkum ikki í at røkka málinum við innsavningini ? 15.000 kr., sigur Meinhard Arge, ein av oddamonnunum í kórinum.
Sound of Glory fær í summar vitjan av tveimum norskum tensing-kórum, og í døgunum undan olavsøku skulu hesi trý gospelkórini hittast til eina kórstevnu í Havn. Tað var til hetta endamálið at fløskurnar vórðu savnaðar inn.
Stórur áhugi
Hvørki regn ella vindur kundi forða teimum ungu sangfuglunum í arbeiði teirra at savna inn fløskur til kórið.
Tey løgdu til brots mikudagin í farnu viku við at vitja húsini í Havnini fyri at spyrja um tómar fløskur frá fólki. Og væl gekst.
Fleiri høvdu so at siga vænta sær vitjan, og høvdu nærum lagt fløskur til viks at stuðla kórarbeiðinum við. Tí upplivdu hesir 30 ungu sangfuglarnir at fólk veruliga stuðlaðu teimum í arbeiðinum.
Eitt slíkt arbeiði krevur sjálvandi fyrireiking. Havnin varð deild upp í økir, har tey ungu so gingu hús úr húsi. Savnað varð inn í ruskposar, sum síðani vórðu lagdir í bilar hjá foreldrunum, ið fylgdu innsavnarunum.
Allar fløskurnar vórðu sohvørt savnaðar saman í KFUM. Seinnapartin leygardagin endaði so innsavningin, og aftaná hugnaðu teir troyttu, men kortini fegnu sangfuglarnir sær óført, og stuttleikaðu sær yvir alt tað, tey høvdu upplivað hesar dagarnar.
Kórlimirnir hava áður roynt hetta sama við at savna inn fløskur við góðum úrsliti. Men líkt er haraftrat til, at onnur eisini hava sæð tað sama, tí í farnu viku møttu sangfuglarnir í KFUM fleiri øðrum bólkum, sum vóru úti í somu ørindum sum tey.
Frá kórleiðsluni verður sagt, at tey hava ætlanir um, at KFUM fer at hava hetta sum eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári um hesa tíðina.