15.749 fólk ferðaðust við Norrønu

Tær tríggjar vikurnar, Norrøna sigldi fyri Smyril til Suðuroynna, ferðaðust 15.749 fólk við skipinum. Talið av persónumbilum var 4.556, meðan talið av øðrum stórum akførum var 798.

Smyril fór í dokk til eftrirlit, sum Skipasýnið krevur. Fyrr hava skip verið leigað uttanlands at røkja siglingina, meðan Smyril hevur verið til eftirlit, men hesaferð var so avtala gjørd við Smyril LIne.

Seinast Smyril var í dokk var í 2010. Nýggi Smyril fór í sigling um Suðuroyarfjørð síðst í 2005.

Norrøna fór í sigling um Suðuroyarfjørð 18. februar. Smyril kom aftur í sigling sunnudagin 10. mars.