Venjarafelag Føroya skipar aftur í ár fyri sokallaðu venjarakappingini, ið hevur verið fastur táttur fyri bestu fótbóltsliðini hjá monnum síðani 2013.
Fyrstu árini luttóku flest øll liðini, men seinastu árini er talið av luttakandi liðunum minkað nakað. Tað sæst eisini aftur í ár, har tað bert eru seks lið við í kappingini. Av teimum spæla tey øll dagliga í Betri-deildini.
Tey fýra feløgini, ið ikki eru við í venjarakappingini í ár eru HB, EB/Streymur, 07 Vestur og TB/FCS/Royn.
Venjarakappingin byrjar klokkan 13:00 leygardagin, og seinastu dystirnir í bólkaspælinum vera spældir klokkan 15:20. Hvør dystur í venjarakappingini er 25 minuttir.
Dystarskráin til venjarakappingina:
Umfar 1 klokkan 13:00:
Víkingur – KÍ (Ovara vølli)
NSÍ – AB (Niðara vølli)
Skála – B36 (Tórsvølli)
Umfar 2 klokkan 13:35:
Víkingur – NSÍ (Ovara vølli)
KÍ – Skála (Niðara vølli)
AB – B36 (Tórsvølli)
Umfar 3 klokkan 14:10:
Víkingur – AB (Ovara vølli)
NSÍ – Skála (Niðara vølli)
KÍ – B36 (Tórsvølli)
Umfar 4 klokkan 14:45:
Víkingur – Skála (Ovara vølli)
KÍ – AB (Niðara vølli)
NSÍ – B36 (Tórsvølli)
Umfar 5 klokkan 15:20:
AB – Skála (Ovara vølli)
Víkingur – B36 (Niðara vølli)
KÍ – NSÍ (Tórsvølli)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum greiða frá kappingini.