NSÍ og Víkingur hava longu tryggjað sær rætt at luttaka í europeisku kappingini næsta summar. Fyri sigur í steypafinaluni og heiðursmerkini í landskappingini fáa tey 200.000 evrur. Tað er 70.000 evrur meiri, enn UEFA áður hevur latið. Tað vil siga, at feløgini nú fáa 1.500.000 krónur.
Umframt meistaraupphæddina til B36, sum ikki er minni enn 450.000 evrur ella 3,375 milliónir krónur og 1,5 milliónir til Víking og NSÍ, so skal eitt annað felag leskast við hálvari aðru millión frá UEFA. Peningurin fer til tað felagið, sum endar á fjórða plássi í landskappingini.
HB er er á fjórða plássi – tvey stig og betri málmun frammanfyri KÍ. Um tað verður HB ella KÍ, sum fer at vinna stóru upphæddina, verður ivaleyst avgjørt sunnudagin. Tá skulu bæði feløgini royna seg á útivølli í Eysturoy. Um tað skal eydnast KÍ at taka fjórða plássið frá HB og harvið at flyta hálvu aðru milliónina úr norðara húsinum í Gundadali og til Klaksvíkar, so skal KÍ vinna á útivølli ímóti NSÍ, og so skal HB tapa í Sarpugerði ímóti Víkingi.
Í 27. umfari, sum verður leygardagin klokkan 14, eigur HB heimavøll ímóti FC Suðuroy, og KÍ eigur heimavøll ímóti EB/Streymi.
Tað er longu greitt, at EB/Streymur, sum í dag fær vitjan av TB, næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini. Og tað kann væl vera, at tað seinnapartin verður greitt, at FC Suðuroy næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. FC Suðuroy eigur heimavøll ímóti ÍF. Um FC Suðuroy framvegis skal hava møguleika at varðveita plássið í bestu deildini, so er fyrsta kravið, at úrtøkan verður full ímóti ÍF. Annað kravið er, at AB einki fær burturúr á útivølli ímóti B36.
Leygardagin eigur AB heimavøll ímóti NSÍ.
26. umfar í dag
FC Suðuroy-ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B36-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
EB/Streymur-TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
NSÍ-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
Víkingur-HB: Lars Müller kl. 15.00
Støðan undan 26. umfari
B36 57
NSÍ 48
Víkingur 47
HB 40
KÍ 38
ÍF 27
TB 25
AB 23
FC Suðuroy 19
EB/Streymur 10