Ungur danskur málmaður doyði í dag, eftir at hann hevði fingið eitt knæ í nakkan undir einum fótbóltdsdysti á Frederiksberg Dreingjaliðini hjá KB og B93 spældi venjingardyst á Frederikseberg fyrrapartin, tá ið tilburðurin hendi.
15 ára gamli málmaðurin rendi saman við ein álopsspælara hjá mótstøðuliðnum, sum var blivin leysur. Eftir øllum at døma hevur málmaðurin fingið knæið hjá mótstøðuspælaranum í nakkan.
Málmaðurin misti vitið og fekk fyrstuhjálp beinanvegin. Hann var síðani koyrdur á Ríkissjúkrahúsi í sjúkrabili.
Har kundu læknarnir bert staðfesta, at løsturin var so ringur, at lívið á dronginum stóð ikki til at bjarga, skrivar Ritzau.