15 ára gamal á sigurskós

Tað skal nógv venda øðrvísi seinnapartin leygardagin, enn tað ger skíriskvøld, um Rógvi E. Nielsen úr Sandavági ikki skal vinna 1. bólk í kappingini um FM í talvi fyri einstaklingar.

Rógvi hevur fín evni, og nú tað resta tvey umfør er hann hálvt annað stig frammanfyri Bernhard Augustinussen, sum eisini er úr Sandavági, meðan allir hinir hava færri stig enn so.

Í dag vann Rógvi við svørtum ímóti Sigurði Justinussen.

Rógvi er sonur Torkil Nielsen, sum stríðist í landsliðsbólkinum. 15 ára gamli oddamaðurin í 1. bólki er beiggi Høgna E. Nielsen, sum er væl við í kappingini millum unglingarnar.

 

7. umfar í 1. bólki

Herluf Mortensen 1661-Jógvan Joensen 1774 1/2-1/2

Sigurð Justinussen 1868-Rógvi Egilstoft Nielsen 1777 0-1

Jónfinn Thomsen 1736-Johan E. Hansen 1696 1/2-1/2

Bernhard Augustinussen 1814-Hjalti Toftum Jógvansson 1631 1-0

Esbern Christiansen 1749-Jógvan Næs 1730 1/2-1/2

 

Støðan eftir 7 umfør:

1: Rógvi Egilstoft Nielsen 6,0

2: Bernhard Augustinussen 4,5

3-5: Jógvan Næs, Sigurð Justinussen og Herluf Mortensen 4,0

6-7: Jógvan Joensen og Jónfinn Thomsen 3,5

8: Hjalti Toftum Jógvansson 3,0

9: Esbern Christiansen 2,0

10: Johan E. Hansen 0,5

 

8. umfar langa fríggjadag:

Jógvan Joensen-Jógvan Næs

Hjalti Toftum Jógvansson-Esbern Christiansen

Johan E. Hansen-Bernhard Augustinussen

Rógvi Egilstoft Nielsen-Jónfinn Thomsen

Herluf Mortensen-Sigurð Justinussen