Løgreglan í Liverpool hevur tikið ein 15 ára gamlan drong í sambandi við morðið á tann 11 ára gamla Rhys Jones Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at løgreglan hevur illgruna um, at tað var tann 15 ára gamli, sum skjeyt Rhys Jones uttan fyri eitt vertshús í Liverpool-býarpartinum Croxtet.
Tann 15 ára gamli býr í grannalagnum, sigur løgreglan. Hann er tann 11. unglingin, sum hevur verið til avhoyringar síðani morðið. Seks eru latnir leysir ímóti trygd, og fýra er uttan fyri allan illgruna.
Tann 11 ára gamli Rhys Jones varð skotin, tá hann spældí fótbólt saman við tveimum javnaldrum. Hann doyði í ørmunum á mammu síni eina løtu seinni.