15 ára starvsdagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tann 1. november 1988 byrjaði hesin unglingin at starvast í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hesi 15 árini Ingólvur Johannesen hevur starvast har, hevur hann m.a. flust eplir og grønmeti og pressa pappeskir eins og gingið til handar. Ingólvur er ein sera fryntligur maður og er sera nemmur at koma í prát við og veit altíð onkra góða søguna at fortelja.
Seinnapartar arbeiðir Ingólvur eisini sum móttøkumaður á Ruskplássinum hjá IRF, har kona hansara hjálpir honum. Saman syrgja tey fyri at alt rusk, sum kemur inn, verður sorterað, og at økið runt bingjurnar er reint og ruddiligt.