15. september 1946

Mikudagin tann 10. august 2010 hevði Eilif Samuelsen eina áhugaverda grein í Dimmalætting, har hann viðgjørdi bók mína um fólkaatkvøðuna 1946.

Tað er at fegnast um, at Eilif hevur lisið bókina, tí hann er mestsum partur av tí máli, her er talan um. Tá fólkaatkvøðan fór fram, var hann tó ikki ein av teimum, sum slapp at velja, tí valaldurin var 21 ár, og hann var bert 12.
Men so mikið tilkomin kundi hann fylgja við í tí, sum tá fór fram, og kann uttan iva minnast mangt, og tað er at vóna, at hann og mong onnur, sum minnast hesa tíð og tað sum tá fór fram, fara at siga okkum, sum yngri eru, nakað av tí, sum tey tá upplivdu. Tað er ein orsøk til, at eg havi gjørt hetta keldusavn, tí eg vóni, at nøkur av hesum ættarliði við at lesa hana koma at hugsa um tað, sum tey upplivdu hetta summarið og hesar heystardagar í 1946.
Tíverri er ikki nógv av hesum forvitnisliga komið við í greinina hjá Eilifi.Hann skrivar mest um eitt ritzautelegram, sum er sent úr Føroyum tann 15. september 1946, dagin eftir fólkaatkvøðuna.

Ein av mongum keldum
Hetta er ein av teimum hundraðtals keldunum, sum eg havi á teimum gott 800 síðunum í bók míni. Tilfarið havi eg lagt fram fyri at tað skal bera til hjá einum og hvørjum at síggja og meta um tað keldutilfar, sum eg havi funnið fram til um fólkaatkvøðuna. Hetta er sjálvandi ikki fullfíggjað, sum eg geri vart við í innganginum, men tað sum eg havi sæð, og sum á nakran hátt er viðkomandi, havi eg tikið við, bæði tað sum er fyri og í enn størri mun tað, sum ikki er heilt í tráð við tað sum mær sjálvum dámar. Nú er hetta tilfar lagt fram, og vónandi fara onnur at finna meir. Her er nógv at tríva í, bæði endurminningarnar hjá Eilifi og hjá nógvum øðrum góðum fólkum. Síðan er at tulka hetta tilfar, og tað er ikki hissini arbeiði. Veruleikanna hav er óendaliga stórt, men tað er tigandi, til onkur fer at seta tí viðkomandi spurningar. Tá fær tað mál!
Hetta telegrammið er ein av teimum heilt stuttu keldunum, bara nakrar fáar reglur. Nú er tað endurgivið á donskum av Eilifi, men skuldi tað fingið innivist í útvarpinum í dag, skuldi tað verið týtt til føroyskt, og so hevði tað helst ljóðað soleiðis:

Boð Andrasar
“Í sambandi við útsøgnina, sum forsætisráðharrin hevur um fólkaatkvøðuna, hevur formaðurin í tí føroyska Samstarvsflokkinum Andras Samuelsen hesa stuttu viðmerking:
Stjórnaruppskotið er ikki samtykt og er sostatt burturdottið. Samstundis hevur tað á fólkaatkvøðuni víst seg so stór andstøða ímóti at kvetta samstarvið við Danmark, at hesin spurningur eisini má metast at vera burturdottin.”

Týdningurin av støðu Andrasar
Hetta eru skilaorð, og ikki bert skyldmenn hjá Andrasi, men allir føroyingar kunnu fegnast um, at hann tók hesa støðu. Tað er ikki longur síðan enn í gjár, at eg tosaði við ein ógvuliga týdningarmiklan politiskan eygleiðara í Danmørk, og hann segði, at tað var yvirhøvur einki at ivast í, at Føroyar skjótari enn nakar vardi fóru at gerast ein sjálvstøðugur statur í heimssamfelagnum. Danir tíma yvirhøvur ikki at gera nakað fyri at fáa okkum at halda saman við sær, og føroyingar gerast alt meir sjálvstýrishugaðir. Meðan jarntjaldið ríkti var Danmark noytt til at hava fastatøkur á Føroyum fyri at tryggja sínum samstarvslondum, at vit ikki fóru burtur úr natosamstarvinum, men nú var eingin uttanríkispolitisk orsøk longur til at tvíhalda um Føroyar. Hesin eygleiðari metti tí, at tað fór at vera skjótt, at bæði føroyingar og danir fóru at taka 1946-fólkaatkvøðuna til eftirtektar, soleiðis at Føroyar gjørdust sjálvstøðugar.
Tann dag, ið hetta hendir, fara søgumenn at skriva eina veruliga Føroya søgu, og tá fara teir at nýtulka allar tær gomlu keldurnar, eisini eina keldu sum hesa. Tað úrslit, teir tá koma til, kann væl fara at vera, at tann leið, sum Andras her stingur út, var Føroya rætta framtíðarleið.
Tí hvat er tað hann her sigur?

Samstarv um bjørgvinarsáttmálan
Fyrst sigur hann, at uppskotið sum danska stjórnin setti fram tann 27. mars 1946, er ikki samtykt og tí er burturdottið.
Í hesum liggur viðurkenningin av, at tað sum danska uppskotið bjóðaði, er vrakað. Her er einki himpr, og tað er sera týdningarmikið.
Grein 1 í danska stjórnaruppskotinum segði, at Føroyar vórðu, eins og higartil, ein partur av Danmarkar ríki við somu ríkisrættarligu støðu sum fyri 1940. Flestu viðmerkjarar skiltu hetta sum eitt tilboð um at gerast ein partur av Danmark. Um so var skuldi Sambandsflokkurin niðurleggjast ella skifta navn, tí tað føroyska orðið samband merkir samstarv millum javnlíkar.
Gjørdust Føroyar ein partur av Danmark, so vóru Føroyar og Danmørk ikki javnlíkar, men Føroyar vóru ein partur av tí danska samfelagnum eins og høgri armur er ein partur av likaminum. Tá hevði einki samstarv verið millum javnlíkar.
Tað, sum her var talan um, var tí nakað heilt annað, og tað var eitt framhald av tí sambandi, sum hevði verið Damarkar og Føroya millum síðan bjørgvinarsáttmálin varð undirritaður tann 29. august 1450. Tilboðið segði, at hetta samband kundi halda fram.
Her er óneyðugt at útgreina, hvør nágreinliga støða okkara hevði verið, um so var at stjórnaruppskotið varð samtykt, tí sum Andras so beinrakin segði, tað varð ikki viðtikið og datt tí burtur.
Ein góður sáttmáli kundi fingist við Andrasi
Andras hevði inniliga heitt á Føroya fólk um at geva sær tað ráð at samtykkja stjórnaruppskotið. Tá tað datt burtur, var hann maður fyri at taka avleiðingarar av hesum og viðurkenna, at nú vóru Føroyar ikki longur í ríkjasambandi við Danmark eins og higartil, og tað bar við sær, at vit skuldu gera ein nýggjan sáttmála við Danmørk um samvinnu á hesum nýggja grundarlagi.=20
Tíverri fekk hann ikki høvi til at greiða nærri frá, á hvønn hátt hann helt, at henda nýggja samvinnan við Danmørk skuldi fara fram. Nakað løgið hendi teir næstu dagarnar, og úrslitið av tí gjørdist, at Andras, eins og onkrir aðrir sum høvdu sagt tað sama sum hann, ikki hildu fast við hesa fyrstu manniligu støðu sína, men settu í verk ta skipan, sum vit hava havt at drigist við síðani.
Hetta var stort spell, tí tað er einki at ivast í, at hevði Andras verið valdur at vera við í samráðingunum við Knud Kristensen um samstarv við Danmark á tí nýggja grundarlagi, sum fólkaatkvøðan gav, so kundu vit fingið ein góðan sáttmála við Danmark um samstarv.
Tað er hetta, vit kunnu hava í huga tá vit lesa hesa bók um fólkaatkvøðuna, sum fór fram fyri 64 árum síðani. Tað er sjálvandi long tíð, men eingin nýggj fólkaatkvøða hevur sett hana úr gildi. Koma stjórnmálamenn í morgin ella ein annan dag til tað úrslit, at rætt er at fylgja tí vegleiðing, sum hon gav, so kunnu teir gera tað nær tað skal vera.