15 tímar at ganga jóladøgverðan av sær

Ein kanning, ið er gjørd av Samvirke, vísir, at tað skulu 15 tímar av gongd til fyri at forbrenna tær 1790 kaloriurnar, ið vanliga verða etnar jólaaftan Í gjár ótu tey flestu upp ímóti 2000 kaloriur til døgverða. Deiliga dunnan ella gásin, ið helst var ein gáva frá arbeiðsplássinum, mandlurís, bomm og enskar karamellur við víni, kaffi og konjakk afturvið seta sín spor á kroppin. Ein kanning, sum brúkarasamtakið, Viffos, hevur gjørt fyri blaðið Samvirke, vísir nevniliga, at ein sera langur gongutúrur skal til, um ætlanin er at brenna tær næstan 2000 kaloriurnar. Túrurin tekur 15 tímar, men avger mann at renna, so kann tað gerast til fimm tímar, um mann altso orkar so leingi.

Gitte Groes, ið hevur staðið fyri kanningini heldur tó, at mann skal njóta jólini sum frægast.

- Njóti jólamatin við máta. Tað er ein góð høgtíð við góðum siðvenjum. Mann kann sjálvandi eta jólamat, men vil mann spara nakrar kaloriur, kann mann skera eitt sindur av feittinum burtur, sigur Gitte Groes við www.fpn.dk.