Bogi Andreasen segði við in.fo fyrr í vikuni, at hann helt, at kommunan átti at javnseta allar neystaeigarar í kommununi við neystaeigarar í Nólsoy, sum eru slopinir at byggja sær íbúðir á neystaloftum.
Bogi Andreasen lovaði, at hann fer at seta hetta arbeiði í gongd, tá býráðsarbeiðið verður tikið uppaftur. Formaðurin í vinnu- og havnarnevndini segði við in.fo, at hann fer at leggja uppskot fyri byggi- og býarskipanarnevndina um miðvíst at fara undir arbeiðið at broyta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum kring alla Tórshavnar kommunu.
- Endamálið við broytingini av byggisamtyktunum er at geva fólki, sum eiga neyst fram við sjóvarmálanum í Tórshavnar kommunu, ein sjálvsagdan møguleika at byggja sær íbúð á neystaloftinum, sigur Bogi Andreasen.
Men sambart býráðslimunum, Marin Katrinu Frýdal og Annfinni Brekkstein, so hevur Bogi Andreasen gloymt, at hetta arbeiðið langt síðani er farið í gongd.
– Tað er óneyðugt hjá Boga Andreasen at reisa málið í býráðnum, tí vit eru longu komin væl áleiðis við arbeiðnum, skrivaði Marin Katrina Frýdal í lesarabrævi.
Annfinn Brekkstein sigur, at Bogi Andrasen sjálvur hevur atkvøtt ímóti hesum málinum fyri trimum árum síðani, og spyr, hví hann nú hálsar um.
Marin Katrina Frýdal segði, at hetta er eitt arbeiðið, sum langt síðani er samtykt, og sum skjøtul eisini langt síðani er settur á. Sambært henni, so fyriliggur ein frágreiðing helst í næsta mánaði um hetta málið.
Tað eru umleið 150 neyst í Tórshavnar kommunu, so talan kann gerast um nógvar íbúðir, um allir neystaeigarar í kommununi kunnu umbyggja neyst til íbúðir.
Marin Katrina Frýdal sigur, at tað eru nógv viðurskifti at taka støðu til, bæði vegir og atkomuviðurskifti annars, bæði hjá vanligari ferðslu og hjá neyðsendarakførum. Harummframt skal støða eisini skal takast til vatnveitingar og kloakkviðurskiftini.
Og so skal støða eisini takast til, um talan skal vera um frítíðarbústaðir ella fastar bústaðir, sum loyvi kann gevast til at innrætta á neystaloftum.