150 mans gíslar av norskum “stórsinni”

- Vit fóru avstað í góðari trúgv og við fiskiloyvi, sum var undirritað av Noreg og Føroyum. Men eftir fáum døgum vórðu vit bidnir um at sleppa okkum úr norskum sjógvi innan ein ávísan klokkutíma, siga skiparar á føroyskum flakatrolarum, sum heita á føroyskar myndugleikar um at fáa fiskiveiðiavtaluna við Noreg upp á pláss sum skjótast

Fiskivinnustríð

Skipararnir á teimum fýra flakatrolarunum, sum í hesum døgum fiska í gráu leiðini eystanfyri, hava sent skriv heim til Føroya, har heitt verður á Føroya landsstýri og Fiskimálaráðið um at fáa fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg upp á pláss sum skjótast. - Vit eru fýra flakatrolarar, sum eru farnir avstað við 150 monnum umborð at fiska í norskum sjógvi, eins og vit hava gjørt á hvørjum vári – heilt síðan fiiskiveiðiavtalur vórðu gjørdar landanna millum. Í skrivinum, sum eisini er sent fjølmiðlunum, verður sagt, at skipini fóru avstað í góðari trúgv og við einum fiskiloyvi umborð, sum var undirritað av báðum pørtum, Noregi og Føroyum. Norsk kravboð - Men eftir fáum døgum verða vit bidnir um at sleppa okkum úr norskum sjógvi innan ein ávísan klokkutíma. Orsøkin skal vera, at sáttmálasamráðingar landanna millum eru slitnaðar, tí londini ikki kundu koma ásamt um býtið av makrelkvotuni. Skipararnir vísa á, at skipini, sum fiska makrel, gera ikki brúk av hesi kvotu fyrr enn í summar ella í heyst, men fiska sild og annan uppisjóvarfisk hesa tíðina av árinum. - Vit umborð á flakatrolarunum meta okkum vera gíslar í hesum máli, nú vit sum einastu skip úr øllum londum fyri 12 døgum síðan vórðu tveittir úr norskum sjógvi. Úrslitið er, at vit noyðast at fiska í russiskum sjógvi, har 80% av fiskileiðunum eru friðaðar. Útreiðslur eta Skipararnir leggja aftrat, at nú noyðast teir at tóva eftir at kalla lítlum og ongum, samstundis sum 50.000 litrar av olju verða brúktir um samdøgnið. - Vit vilja tí spyrja, hvar okkara útlátspolitikkur er, sum vit hoyrdu serliga nógv um stutt fyri jól. At enda í brævinum heita skipararnir á landsins myndugleikar um at fáa fiskiveiðiavtaluna upp á pláss sum skjótast. - Hetta má gerast, aðrenn hesin túrurin verður etin upp av útreiðslum, tí tíðin, skipini kunnu vera burtur, er avmarkað, siga teir fýra skipararnir, Sonny Johannesen (Enniberg), Ólavur Biskupstøð (Skálaberg), Brandur Joensen (Sundaberg) og Erland Olsen (Vesturvón).