150 nýggjar íbúðareindir við Glyvursvegin

Farið verður nú undir at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin

Í farnu viku undirskrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, avtalu við festaran Poul Múller um flyting av vegnum út á Glyvursnes.

 

Kommunan hevur fingið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um keyp av lendi, sum er umleið 130.000 fermetrar til støddar. Sjálvt keypið kemur fyri á býráðsfundi mikukvøldið.

 

Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum. Ein heildarætlan verður nú gjørd og í summar verður økið boðið út.

 

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.