First Lego League er ein verkætlan, sum fevnir yvir átta vikur og er fyri ungdómar frá 10 til 16 ár. Talan er um eina tvørfakliga verkætlan, har høvuðsdentur verður lagdur á náttúruvísind, kreativitet og framløgu.
Hesir 150 næmingarnir hava verið í gongd nú í smáar átta vikur, og leygardagin endar so verkætlanin við eini stórari finalu.
Hon verður í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og har verður so kappast allan leygardagin um at hava bestu framløguna av einum teoretiskum evni, sum hevur við nanovísund og –tøkni at gera. Somuleiðis skulu næmingarnir vísa sína vitan í robottbygging og –programering. Bæði í teori, og í praksis á ársins bana, sum í hevur 10 avbjóðingar.
Haraftrat er ein partur av kappingini eitt sokallað “show”, sum næmingarnir sjálvir hava fyrireikað.
Løgmaður er dómari
At meta um kappingina eru 14 dómarar, har løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, standa á odda. Teir skulu vera við at avgera, hvør av teimum føroysku bólkunum sleppur til finaluna í First Lego League, sum verður í Västerås í Svøríki fyrst í desembermánaði.
Fyrireikararnir siga, at tey rokna við stórum áhuga fyri tiltakinum. Floksfelagar, vinir, systkin og familja hjá næmingunum koma til tiltakið fyri at stuðla, har eisini tónleikur kemur at fylla nógv í skránni.