Skipið er risastórt eftir okkara mátistokki, og vindurin var frískur, tá ið snarast skuldi inn um molan lagnudagin.
Syndarligt var at síggja henda nýggja, stóra og hvíta skrokkin hjálparleysan liggja uppat grótinum frammanfyri Vónavirkinum á vestaru bryggju.
Tey, sum sóu myndirnar í SvF, vistu ikki rættiliga, hvat tað var, sum hendi. Skiparin, Ólavur Hovsgarð, er royndur maður á brúnni, og eingin ivaðist í, at hann royndi at gera sítt besta.
Og kortini var tað, vit sóu, ein veruleiki.
Skipið sigldi tríggjar ferðir á land hendan morgunin, og meira óheppið kundi tað væl saktans ikki verið.
Vindurin vaks
Ólavur Hovsgarð, skipari, hevur avgjørt ikki at úttalað seg alment um málið, men hevur saman við øðrum givið sjófrágreiðing um hendingina.
Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi hjá Smyril Line, sigur, at tá ið skipið nærkaðist hendan morgunin, segði Havnaskrivstovan, at vindurin lá um 10-17 metrar um sekundið.
- Í somu løtu, sum skipið skuldi snara inn um molan, kom eitt æl og vindurin, sum lá inn á stýriborðssíðu, vaks uppí 21-22 metrar um sekundið. Næmingar á Føroya Sjómansskúla hava roknað út, at við slíkari vindmegi, var trýstið á stýriborðssíðu eini 100 tons.
Kári sigur, at vindurin førdi til, at skiparin ongantíð fekk gronina á Norrønu uppí vindin, so hann kundi snara skipinum inn um molan.
- Norrøna rendi tí gronina á bakborðssíðu inn í oljubryggjuna, og síðan dreiv bakborðssíða inn í móti grótinum, sum liggur suður úr bryggjuni. Við tað, at grótið, sum er lagt út, skráar úteftir, tók reyvin og bakborðsskrúva í grótið.
Ikki samsvar
Kári sigur, at Norrøna hevur fýra høvuðsmotorar og tvær skrúvur. Trý av skrúvubløðunum á bakborðsskrúvu styttust einar 40 cm., og fjórða blaðið minkaði við eini helvt, tá ið hesi tóku í grótið.
- So vítt eg veit, slóknaði eingin motorur.
Fjølmiðlaráðgevin veit at siga, at samsvar er ikki millum
tað, sum teir í maskinrúminum siga og tað, sum menninir á brúnni siga í frágreiðingini.
- Eftir at skrúvan hevur tikið, meina teir í maskinrúminum, at kraft er á maskinunum alla tíðina, men at bakborðsskrúva bert virkar 50%. Á brúnni halda teir uppá, at skipið fullkomiliga missir megina í bakborðssíðu eftir stoytin.
Kári sigur, at tað, sum síðan hendir, er, at Norrøna sleppur leys aftur og fer inn í hylin.
- Á veg útaftur, rennur skipið á molan, og tá kemur hol miðskeiðis í skipið. Leiðin ber nú útaftur um molan.
Tá er tað, sigur Kári, at menninir í maskinrúminum boða frá, at skipið tekur sjógv inn í maskinrúmið.
Nógvur sjógvur
- Skiparin avgerð at sigla innaftur í havnina, samstundis sum roynt verður at leggja skipið í stýriborð, so holini ikki taka sjógv inn. Tað eydnast at leggja skipið so mikið, at bakborðssíða lyftist umleið ein hálvan metur upp ? og tá kemur ikki meira sjógvur í skipið.
Men heldur ikki aðru ferð, eydnast skiparanum at fáa skipið inn í hylin, og Norrøna endar aftur á oljubryggjuni.
- Maskinmeistarin metti, at eini 150 tons av sjógvi vóru í maskinrúminum, tá ið pumpingin byrjaði.
Kári sigur, at sjógvur eisini var komin inn í bógskrúvurúmið og aftur um skottini í maskinrúminum.
Kostnaðurin ókendur
Spurdur, hvussu nógv umvælingararbeiði væntandi fer at kosta, sigur fjølmiðlaráðgevin, at hetta er ógjørligt at siga nakað neyvt um, fyrr enn skipið hevur verið í dokk.
Biðið er um tilboð uppá at umvæla Norrønu, og í SvF hóskvøldið varð mett, at skipið antin verður umvælt í Týsklandi ella Póllandi.
Sjálvur væntar Kári Durhuus, at umvælingararbeiði helst verður gjørt í Týsklandi.
- Men fyrr enn avgerðin er tikin, kann eg ikki siga hetta við vissu, leggur hann aftrat.