Í dag varð kappingin First Lego Lige-finalan hildin í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Klingruni í Hoyvík.
Grønir menn frá Pluto blivu Føroya meistari. Tey eru úr skúlanum við Løgmannabreyt, og tey sleppa til skandinavisku finaluna, sum verður í Noreg. Kappast var í fimm bólkum, og vinnararnir vóru hesir:
Náttúruvísindi: Team Suður, Tvøroyri
Tøkni: Bulldogs, Tvøroyri
Profilering: Youth Brains, Sankta Frans Skúli
Samststarv: Youth Brains, Sankta Frans Skúli
Robotkoyring 1. pláss: Buldribassarnir, av Skála
Robotkoyring 2. pláss: Grønir menn frá Pluto, Skúlin við Løgmannabreyt
Í finaluni vóru umleið 150 ung millum 10 og 16 ár, og tey vóru rættiliga troytt ? men nógvar og góðar upplivingar ríkari, tá tey fóru til hús um fýratíðina seinnapartin.
Ein góður dagur við First Lego League hjá Føroya Tele