Løgtingið fer í dag at atkvøða, um barnafrádrátturin skal hækka 1.500 krónur fyri hvørt barnið.
Tað er allir fýra andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava lagt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti fyri tingið.
Á tingundinum, sum byrjar klokkan 11 í dag, fer løgtingið undir aðru viðgerð av uppskotinum, og harverið skal støða takast til, um uppskotið skal vrakast, ella atkvøðast víðari til 3. viðgerð.
Teir fýra flokkarnir siga í viðmerkingum til uppskotið, at endmálið við lógarbroytingini er at hækka barnafrádráttin við 1.500 kr. pr. barn pr. ár og sostatt lætta um hjá barnafamiljum. Mett verður, at barnafamiljurnar eru ein av bólkunum í samfelagnum, ið bera tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum:
– Talið av yngri borgarum hevur seinastu árini verið í støðugari minking. Frá 1. januar 2009 til 31. desember 2013 er talið av fólki, yngri enn 40 ár, minkað við 1629 fólkum. Í sama tíðarskeiði er kvinnutrotið hækkað við rúkandi ferð. Talið av kvinnum í burðarførðum aldri (15-49 ár) minkaði við 43 í 2013 og er minka við 554 seinastu 5 árini, siga flokkarnir.
Víðari siga teir, at tá talið av fólki, yngri enn 40 ár, og talið av kvinnum í burðarførðum aldri fellur við slíkari ferð upp á stutta tíð, er støðan álvarsom, og eigur politiska skipanin at taka hetta mál í størsta álvara.
Tað hevur avgerandi týdning fyri Føroya framtíð, at okkara ungu kvinnur velja Føroyar sum bústað heldur enn eitt av okkara grannalondum, og at vit aktivt gera nakað fyri at økja um talið av børnum í barnafamiljum.
Tá stig verða tikin til at fáa børn, er avgerðin sjáldan grundað á fíggjarlig viðurskiftir, men barnatalið kann ávirkast av høga kostnaðarstøðinum í Føroyum. Fíggjarligi parturin kann eisini spæla ein leiklut, tá ung føroysk foreldur gera av, um tey vilja seta búgv í Føroyum ella uttan fyri landoddarnar.
Í heildarætlanini um fólkafráflyting og fólkavøkstur verður eisini mælt til at hækka barnafrádráttin. Har verður serliga mælt til at hækka barnafrádráttin fyri triðja barnið. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin halda, at familjur við einum ella tveimum børnum eisini kunnu hava tað fíggjarliga trupult í Føroyum og tískil eru í vanda fyri at velja Føroyar frá. Tí verður mælt til, at barnafrádrátturin verður hækkaður fyri øll børn.
– Verður barnafrádrátturin hækkaður við 1.500 krónum, samsvarar hetta við eina árliga útreiðslu á umleið 21 mió. kr. fyri landskassan, ið er tað sama sum tilmælið í heildarætlanini, siga andstøðuflokkarnir.
Uppskotið var partur av minnilutaálitinum frá andstøðuni til fíggjarkarmar fyri 2014, ið sum kunnugt hevði lægri hall enn samtyktu fíggjarkarmarnir hjá samgonguni. Ítøkiliga verður skotið upp at hækka barnafrádráttin úr 6.500 kr. pr. barn upp í 8.000 kr. pr. barn frá 2015.