150.000 tódnaðu niður í 20.000

- Tað er ringt at vita, hvat man skal gera, segði kvinnan úr Vestmanna, sum byrjaði á 150.000 krónum, men endaði niðri á 20.000.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 2,2 miljónir krónur, og tað var Ann Olsen úr Vestmanna, sum fekk fulla plátu og slapp at royna seg.

 

Spenningurin var stórur, og hon segði, at tað tók eina góða løtu at sleppa ígjøgnum, eftir at hon hevði fingið fulla plátu. Men, tað gekk, og hon fekk møguleikan.

 

Ann valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 750.000 krónum í hvørjum leypi - og so fór hon, sum vera man, spent í gongd við fyrsta drátt.

 

Og fyrsti dráttur eydnaðist væl, sera væl,  má sigast. Hjólið steðgaði á 50.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið kvinnuni úr Vestmanna 150.000 krónur.

 

Ann Olsen ivaðist eina fitta løtu og gekka-verturin, Petrina Berg á Lag, helt fyri, at tað er ikki øllum beskorið at steðga á einum so góðum vinningi longu í fyrsta drátti.

 

Men, kvinnan, sum nú var sloppin at royna seg, hevði hug at satsa, og kanska hugsaði hon, at møguleikin at royna eydnuna í gekka-spælinum kanska ongantíð býðst aftur.

 

- Eg prøvi aftur. Eg haldi tað, segði hon.

 

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 30.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 60.000 krónur. Hóast 60.000 eisini er ein góður vinningur, var eingin slingur í valsinum.

 

- Eg taki seinasta møguleikan eisini, segði hon sannførd.

 

Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld. Vinningurin, sum eftir fyrsta spæl, var á heili 150.000 krónum, endaði soleiðis niðri á 20.000.

 

Slíkar eru treytirnar í eydnuspæli.

 

- Tað er ringt at vita, hvat man skal gera, ásannaði Ann Olsen, og takkaði fyri tað, hon hóast alt fekk við sær í gekka-spælinum í kvøld.