153 doyðu

172 fólk vóru í flogfarinum, sum fórst í Madrid í gjør. 153 teirra doyðu, og hini 19 vórðu flutt á sjúkrahús. Sponsku myndugleikarnir siga, at 22 børn vóru í flogfarinum. Hóast flogfarið hevði samband við eitt Spanair-flogfar úr Kastrup, var eingin dani í vanlukkuflogfarinum. Tey flestu ferðafólkini vóru spaniumenn, men har vóru eisini tríggir sviar. fýra týskarar og ein breti. Svensku myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at ein svensk kvinna var sloppin frá vanlukkuni á lívi. Tá vistu myndugleikarnir ikki, hvussu vorðið var við hinum báðum.