Tað gongur spakuliga framá at gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal knýta Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið nærri hvørjum øðrum. Í vikuligi dagføringina yvir arbeiðsgongdina skrivar tunnilsfelagið, at 158 metrar blivu sprongdir í síðstu viku.
- Í alt vóru sprongdir 158 metrar í seinastu viku, sum sostatt var ein rættuliga góð vika. Nú eru sprongdir 7.312 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, skrivar felagið á facebooksíðu síni.
Sum vanligt, so er størsta framgongdin á Hvítanesi, har 85 metrar vóru sprongdir í síðstu viku. Tilsamans eru 3.566 metrar sprongdir frá Hvítanesi móti Skálafjørðinum.
Tvey onnur tunnilstoymir arbeiða frá Skálafjørðinum, har sprongt verður í tvær ættir. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vóru í síðstu viku sprongdir 45 metrar. Har eru íalt nú sprongdir 1.171 metrar.
Frá rundkoyringini móti Rókini vóru í síðstu viku sprongdir 28 metrar. Har eru í alt sprongdir 950 metrar.