16.000 bankafólk missa arbeiðið

Sum er er Bank of America størsti arbeiðsgevari í amerikanska bankaheiminum, men sambært blaðnum Wall Street Journal missir bankin skjótt hendan heiðurin. Blaðið skrivar í dag, at Bank of America skal spara í rakstrinum og hevur tí gjørt av at siga 16.000 fólkum úr starvi innan árslok.

Verða 16.000 fólk uppsøgd, fer Bank of America at hava 260.000 starvsfólk eftir, og so fáa hava tey ikki verið, síðani bankin yvirtók Countrywide Financial og Merrill Lynch fyri fýra árum síðani.

Sum skilst hevur leiðslan í Bank of America ikki boðað frá uppsagnunum enn, men Wall Street Journal skrivar, at forstjórin, Brian Moynihan, skal kunna hini í leiðsluni fyrst.