Formaðurin í nevndini fyri Landsbanka Føroyar fær 16.000 krónur um mánaðin í samsýning fyri sítt arbeiði. Tað varð annars mælt til eina samsýning til formannin á 10.000 krónur. Eitt tilmæli, sum kom frá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað skrivar Kringvarpið í dag.
Men nevndin fyri Landsbankan samráddi seg fram til eina betri samsýning til formann, næstformann og nevndarlimir. Næstformaðurin fær 12.000 krónur og nevndarlimirnir 8000 krónur um mánaðin - tilsamans 816.000 krónur um árið.
- Vit meta okkum hava ásett eina rímiliga samsýning. Tað sigur Tummas Eliasen, formaður í nevndini fyri Landsbanka Føroya, við Kringvarpið í dag.
- At byrja við má man rokna við tað er nakað av eyka arbeiði, sigur Tummas Eliasen, sum heldur samsýningin er eitt gott kompromis. Tað er eftir tilmæli frá nevndini, at samsýningin er sett hægri enn tað, sum lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum mælti til at byrja við. Tað er nevndin sjálv, sum ásetur sína løn, sigur formaðurin.
Lønardeildin mælti annars til eina samsýning, sum eitur 10.000 krónur til formannin, 7.000 krónur til næstformannin og vanligir nevndarlimir fáa 6.000 krónur um mánaðin.
- Tað er rímiligt, tí um man samanber, so er 8.000 krónur sum nevndarsamsýning á støðið við tað, sum man fær í líknandi nevndum. Í hesum samanhangi má man rokna við, at í samband við, at bankin verður endurstovnaður, verður ein ávís eyka byrða á. Tað er eitt rímiligt kompromis sæð í mun til, hvat man fær í almennum partafeløgum, sigur formaðurin við Kringvarpið og staðfestir samstundis, at í dag er tað nevndin sjálv, sum sjálv avgerð samsýningar.