info
Ongi úrslit

16 ára gamli Óli Mittún gekk undan í stórsigri á Team Klaksvík

H71 er veruliga komið í gongd aftaná eina haltandi byrjan

Heri Simonsen
18. november 2021 kl. 22:10

Bert 16 ára gamal, fyrsti kappingardysturin í Burn-mansdeildini, toppskjútti við níggju málum, og valdur til besta spælara í dystinum. 

Óli Mittún, ið er yngri bróðir Paula Mittún og systkinabarn Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur í kvøld fingið sína debut í Burn mansdeildini við stórum stíli. Hann og liðfelagarnir lótu ongan iva vera um hvør var tað betra liðið í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. H71 vann stórsigur 38-25. Team Klaksvík var heilt væl við fyrstu løtuna, men í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki dróg H71 frá Team Klaksvík, og í steðginum var støðan 17-11 til H71. Í seinna hálvleiki legði H71 aftrat leiðsluni. Tað gjørdi ikki uppgávuna hjá klaksvíkingum lættari, at Valentino Valentakovic mátti av vøllinum við skaða. 

Team Klaksvík-H71 25-38 (11-17)

Málskjútti Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 7, Jens Pauli Mohr 5, Valentino Valentakovic 4, Tummas Simonsen 3, Jan Eli Ragnarsson 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Ludvík Súnason 1, Vilhelm Vilhelmsen 1. 

Málskjútti H71: Óli Mittún 9, Pætur Thomsen 7, Niklas H. Hanusarson 5, Janus D. Djurhuus 4, Sveinur Olafsson 4, Rókur Ziskason 3, Peter Krogh 3, Bogi Hansen 1, Rói E. á Skipagøtu 1, Emil Svoldgaard 1. 

Støðan (hsf.fo) Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
 KÍF 7 190 174 16 12
 H71 7 223 170 53 10
 VÍF 9 255 236 19 10
 NEISTIN 8 241 232 9 8
 TEAM KLAKSVÍK 9 249 263 -14 7
 KYNDIL 9 216 261 -45 6
 STÍF 9 247 285 -38 5

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

16 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

5 minuttir síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

24 minuttir síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

42 minuttir síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

7 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

8 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

10 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

10 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ferjuruta kann koma mill­um Seyðis­fjørð og Aber­deen

11 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan taptu

11 tímar síðan