Í morgun kl. 11 var seinasta freist at melda til GBOB-kappingina. Hóast síðstu bólkarnir enn ikki eru kunngjørdir, er vist, at undirtøkan er størri enn síðsta ár. Í ár 2006 vóru 13 bólkar við og seint í gjárskvøldið vóru 16 bólkar longu tilmeldaðir.
Millum bólkarnar eru bæði kendir og púra ókendir bólkar.
Boys in a Band, sum júst eru afturkomnir úr Íslandi, har teir í vikuskiftinum fingu sera góð ummæli fyri konsert teirra á Iceland Airwaves. Boys in a Band spældu sína fyrstu konsert nakrantíð á GBOB í
fjør.
Eisini er lív aftur komið í vældámda bólkin The Story Ends við sera karismatiska forsangarinum, Filip Mortensen, sum eisini júst er komin heim aftur úr Íslandi, har hann spældi við bókinum The Ghost.
Ein spildur nýggjur bólkur, sum helst eisini burdi havt góðar möguleikar, er bólkurin Fuckin A. Her eru Mikkjal, Franz og Magnus úr SIC.
Millum garvaðu rotturnar er eisini 70-80´ara
bólkurin Eager To Please, sum gevur út við fløgu í næstum.
Harafturat er ein rúgva av kendum og ókendum, jokarum, svørtum hestum og outsidarum, sum tilsamans gera kappingina sera spennandi.
Hesir eru bólkarnir sum vóru meldaðir til seint hóskvöldið:
A-larm,
Alone I Break,
Beale Street,
Boys in a Band,
Collapse,
Concrete,
CREDO,
Eager To Please,
Fuckin A,
Ineptus,
Kranktale,
Monarch,
Poetico,
Synarchy,
T.M.E og
The Story Ends.