Minst 15 fólk doyðu, tá ein bumba brast í libanska býnum Tripoli í morgun Libansku myndugleikarnir siga, at bumban brast í einari av teimum stóru handilsgøtunum í miðbýnum í Tripoli.
Bumban brast, júst sum ein bussur hjá stjórnarherinum koyrdi framvið, og myndugleikarnir halda tí, at bussurin var álopsmálið. Sjey av teimum 16, sum doyðu, vóru hermenn, sum vóru í bussinum.
Fleiri álop hava verið í Tripoli í summar, og í juni doyðu 23 fólk í ófriðinum.