16 fólk deyð uttan fyri mosku í Irak

Í gjárkvøldið frættist, at ein sjálvmorðsbumbuspreinging við eina sunnimuslimska mosku í iranska høvuðsstaðnum Bagdad hevur kravt 16 mannalív.

- Bumban brast, tá tey biðjandi fóru úr moskuni. Lík vórðu slongd aftur av sterku spreingingini, sigur ein løgreglumaður av staðnum.

Spreingingin hendi í Doura, har fólk fylktust saman at biðja, nú ramadan er, muslimski føstumánaðurin.

Hetta vikuskiftið hevur verið eitt blóðugt í Irak. Fríggjadagin doyðu 30 fólk av bumbuálopi á eina kaffistovu í Kirkuk í Norðurirak.

Meir enn 2500 fólk eru deyð av harðskapi í Irak í ár, harav 330 bara henda mánaðin, skrivar Ritzau.

Mynd: ALI AL-SAADI © Scanpix