16 ferðir nummar fýra

Týska Daniela Anschütz-Thomas gjørdist nummar fýra á 5.000 metrum á skoytum í OL, og tað er ikki løgið, um hon eftir hondini kennir seg heldur óhepna á ísinum. Hetta var nevnliga 16. ferðin, at 35 ára gamla týska skoytukvinnan verður nummar fýravið EM, HM ella OL, og hevur hon soleiðis einki heiðursmerki í heimsins størstu kappingum at vísa á. Og lagið mundi ikki verða betri, tá endaligu tíðirnar vórðu kunngjørdar. Munurin upp til bronsuna var nevnliga lúsa 3/100 sekund.