Tá nýggja samgongan varð skipað fyri jól varð talið av landsstýrisfólki hækkað við tveimum fólkum. Frá sjey til níggju fólk. Tað merkir, at tvey fólk afturat skulu hava løn sum landsstýrisfólk.
Í fráfarandi landsstýrinum sótu sjey fólk, og tey eru framvegis á lønarlistanum hjá landsstýrinum, tí tey fáa fráfaringarløn eftir at tey eru farin úr starvi.
Reglan er tann, at hevur tú sitið í landsstýrinum í meira enn eitt ár, so fært tú fráfaringarløn í eitt hálvt ár. Hevur tú sitið í landsstýrinum í minni enn eitt ár, so fært tú fráfaringarløn í tríggjar mánaðir.
Hendan mánaðin fáa tey 9 nýggju landsstýrisfólkini sum vera man løn. Men harumframt fáa tey sjey, sum sótu í landsstýrinum í fjør, eisini løn.
Tey eru:
Báður Nielsen, sum fær løgmansløn í eitt hálvt ár.
Kaj Leo Holm Johannesen, sum fær landsstýrisløn í eitt hálvt ár.
Magnus Rasmussen, sum fær landsstýrisløn í eitt hálvt ár
Jenis av Rana, sum fær landsstýrisløn í eitt hálvt ár – frá november at rokna, tí tá varð hann koyrdur frá sum landsstýrismaður.
Uni Rasmussen, sum fær landsstýrisløn í tríggjar mánaðir
Árni Skaale sum fær landsstýrisløn í tríggjar mánaðir
Sólvit Nolsø, sum fær landsstýrisløn í tríggjar frá november at rokna, tá hann bað um at verða loystur úr starvi sum landsstýrismaður.
Hóast tey sjey landsstýrisfólkini fáa landsstýrisløn, so sparir Løgtingið lønina hjá seks teirra, sum eru vald í Løgtingið. Tí nýggja lógin um løn og samsýning landsstýrismanna ásetir, at fólk, sum fráfaringarløn sum landsstýrisfólk, ikki kunnu fáa løgtingsløn samstundis. Uni Rasmussen er tann einasti í undanfarna landsstýrið, sum ikki varð valdur á ting.