Í eina tíð hevur tekniska deild hjá Runavíkar kommunu arbeitt við at víðka kirkjugarðin í Rituvík.
- Kirkjugarðurin er komin at mørkum, og nú verkætlanin varð boðin út, átti felagið Voyt lægsta boðið.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu.
Her verður eisini víst á, at tað eru Eyðstein Skipanes og Johannes Johannesen, sum eiga fyritøkuna.
- 160 dupultar gravir verða í nýggja partinum av kirkjugarðinum.
Lagt verður aftrat, at sáttmálin kostar Runavíkar kommunu umleið 1,6 miljónir krónur.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og Johannes Johannesen hjá Voyt skrivaðu undir arbeiðssáttmálan í Rituvík.
##med2##