1636 nýggir smittutilburðir í Danmark

Sjálvt um talið av nýggjum koronutilburðum í Danmark er methøgt, fellir talið av innløgdum við fimm prosentum.

Tað eru skrásettir 1.636 koronutilburður í Danmark seinasta samdøgrið.

Tað vísir uppgerð frá Statens Serum institutt í dag.

Tað er higartil hægsta talið av nýggjum smittutilburðum í eitt samdøgur undir farsóttini.

Dentur verður tó lagdur á, at hetta kann vera tí, at metnógvar kanningar eru gjørdar. Ikki færri 100.197 kanningar eru gjørdar í samband við hesi hagtølini.

Talið av innløgdum fellir tó við fimm fólkum til 249. Sjey fólk eru deyð við koronuvirus. Tilsamans eru 823 fólk deyð, eftir at tey áður hava fingið staðfest covid-19.

Tað eru 42 fólk, sum eru smittað við koronu, innløgd á intensivdeildir í Danmark. Av teimum er 27 so sjúk, at tey mugu hava hjálp frá respirator til at anda.