Ikki kann sigast, at tað hevur gingið væl í hond hjá Germania Forchheim, sum spælir í týsku Kreisliguni. Sjey dystir hevur liðið spælt, og úrtøkan higar til er einki stig og ein málmunur á 0-166! Felagið fyllir annars 100 ár í ár, men hátíðarhaldið er ikki serliga sjónligt, tí felagið er um at fara av knóranum, og hevur tí mist 26 spælarar. Teir sjey dystirnir, sum eru spældir higartil, eru endaðir 0-15, 0-34, 0-20, 0-27, 0-23, 0-22 og 0-25