167 føroyingar innlagdir fyri at royna sjálvmorð

Tey flestu eru kvinnur, men eisini blaðungar gentur eru ímillum teirra

Tey flestu, sum royna at taka seg av døgum í Føroyum, eru gentur og kvinnur.

 

Tað vísir ein kanning, Sólrun Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, hevur gjørt um sjálvmorðsroyndir í Føroyum.

 

Tey fimm árini, frá 2009 til 2013, hevur hon kannað, hvørji av teimum sum vórðu løgd inn á Landssjúkrahúsið hesi árini, vórðu innløgd, tí tey høvdu roynt at taka seg av døgum.

 

Hon hevur nú lagt úrslitið av kanningini fram, og tað sigur, at tilsamans, at hesi fimm árini vórðu 167 fólk innløgd á Landssjúkrahúsið, tí at tey ikki hava vilja livað longur og hava roynt at taka lívið av sær.

 

Her eru bara tey tald við, sum lógi á Landssjúkrahúsinum, tølini frá hinum báðum sjúkrahúsunum eru sostatt ikki við í kanningini.

 

Og hon sigur, at tað eru serliga kvinnur, sum eru í vanda fyri at koma soleiðis fyri, at tær royna at taka seg av døgum

 

Talið á kvinnum, sum hava verið innløgd, tí tær hava roynt at taka seg av døgum, er nevniliga næstan tvær ferðir so stórt, sum talið á monnum.

 

Sostatt vóru tað 110 kvinnur, sum høvdu verið innløgd hesi árini frá 2009 til 2013, tí tær høvdu roynt at beina fyri sær, men talið á monnum, sum høvdu verið innlagdir fyri tað sama, var 57.

 

Sólrun Joensen sigur, at hetta samsvarar við støðuna aðrastaðni, at tað eru fleiri kvinnur, sum royna at taka seg av døgum, enn tað eru menn.

 

Hinvegin kann leggast afturat, at tað eru fleiri menn, sum enda við at taka seg av døgum, enn tað eru kvinnur.

 

Sólrun Joensen sigur, at tølini eru so nøkunlunda javnt býtt yvir hvørt árið, við onkrum smávegis broytingum.

 

- Í meðal vórðu tvey fólk innløgd á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum um mánaðin, tí tey hava roynt at taka seg avdøgum, sigur hon.

 

Hon sigur eisini, at talan er í fólk í at kalla øllum aldri, sum koma soleiðis fyri, at tey ikki vilja liva longur, men taka seg av døgum.

 

Tey fólkini, sum hava verið innløgd, tí tey hava roynt at beina fyri sær, eru heilt frá 13 ára aldri, til yvir 70 ár.

 

Tað eru fleiri kvinnur í øllum aldursbólkum, uttan í aldrinum frá 45-49 ár, har tað vóru nakrir heilt fáir mans fleiri, sum høvdu roynt at tikið seg av døgum, enna tað vóru kvinnur.

 

Men Sólrun Joensen leggur afturat, at sum heild eru tølini smá, at tilvildin kann gera seg galdandi.

 

Hinvegin vísur hon á, at bólkurin av ungum og heilt ungum kvinnum er, er størri enn aðrir bólkar.

 

Hon staðfestir, at eisini hendan støðan líkist støðuni í øðrum londum, at tað ofta eru ungar kvinnur, sum royna at beina fyri sær.

 

Kanningin bendir á, at tað er ikki nøkur serlig árstíð, sum er so døpur at koma ígjøgnum, at talið á teimum, sum vilja beina fyri sær, veksur.

 

Hon sigur, at teimum 167, sum vóru innløgd í árunum frá 2009 til 2013, vóru tað 98, ella 59 prosent. sum vóru innløgf fyrstu ferð fyri at hava roynt at taka lívið av sær. Men 69 fólk, ella 41 prosent av fólkunum, høvdu roynt tað tvær, ella fleiri ferðir.

 

- At royna at taka lívið av sær fleiri ferðir, er enn meiri álvarsligt enn at royna einaferð, tí tess oftari ein roynir at taka lívið av sær, tess størri er vandin fyri, at tað tað endar í eini vanlukku, sigur Sólrun Joensen.

 

Sólrun Joensen sigur, at tey, sum hava roynt at taka seg av døgum, hava brúkt 88 ymsar hættir. Men tað er ein hættur, sum leypir í eyguni, er, at rættiliga nógv royna at taka lívið av sær við at eitra seg við heilivági.

 

Av teimum 167 fólkunum, sum hava verið innløgd fyri at hava roynt at beint fyri sær, høvdu 32 prosent, ella 58 fólk, roynt at gera tað við at eitra seg við heilivági. Talan var um 14 menn og 44 kvinnur.

 

Eisini á hesum øki líkist støðan í Føroyum, støðuni í øðrum londum.

 

Sólrun Joensen sigur øll hesi fólkini, sum hava roynt at taka seg av døgum, fingu tilboð um sálarfrøðiliga hjálp. Summi vilja ikki, men nógv tey flestu, 145 fólk, ella 87 prosent, tóku av.

 

Hon sigur eisini, at hon hevur ikki gjørt nakra nágreiniliga samanmeting fyri, hvussu vanligar sjálvmorðsroyndir eru í Føroyum, aftur ímóti í øðrum londum.

 

Men hon hevði sæð eina uppgerð úr Danmark, har støðan var tann, at fyri hvørji 100.000 fólk, vóru tað 122, sum høvdu roynt at taka seg av lívi. Eftir hesi kanningini úr Føroyum er tað 68 fólk fyri hvørji 100.000 fólk, sum royna at taka seg av døgum.