Fyrsta ferðsluvanlukkan, ið kravdi mannalív í Føroyum, hendi á vegastrekkinum við Varmakeldueiði beint eftir midnátt tann 2. september í 1928. Ein lastbilur við trimum monnum fór út av vegnum, og førarin doyði.
Síðani hesa vanlukkuna, eru 239 onnur fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tilsamans 73 kvinnur og 167 menn ? ella áleið tað sama, sum íbúgvatalið í Hósvík.
Sum Jan Fossaberg, fersðlupolitistur í Havn, nevndi í blaðnum í gjár, so er tað ferðin, sum er størsta orsøkin til hesa vanlukkur. Ofta er eisini brennivín uppi í ? ikki bara onkuntíð, men rættuliga ofta.
Hyggja vit í hagtølini, so vóru lutvíst nógvar ferðsluvanlukkur í gomlum døgum.
Longu í 1931 hendir næsta ferðsluvanlukkan, ið krevur mannalív, og ein aftur í 1939.
Undir seinna heimsbardaga doyggja fimm fólk í ferðsluni. Síðani henda ferðsluvanlukkur, við deyða sum fylgju, á nærum hvørjum ári, okkurt árið ein, okkurt árið fimm og okkurt hendinga árið sleppa vit undan at missa fólk í ferðsluni.
Tá vit koma upp í sjeytiárini fara vanlukkurnar rættuliga at taka dik á seg, og í 1971 doyggja sjey fólk í ferðsluni.
Í 1974 er talið tvífaldað í mun til 1971, tí tá doyggja 14 fólk. Fleiri dømi eru um vanlukkur, sum krevja trý mannalív, og í nógvum førum eru vanlukkur, sum krevja tvey mannalív.
Í áttatiárunum doyggja nógv fólk í ferðsluni, tilsamans 86 fólk. 14 í 1986, 12 í 1987 og 10 í 1988.
Nógv varð tosað um hesi viðurskifti tá, ein avleiðing er lógin um trygdarselar og páboðið um nýtslu av teimum, eins og at løgtingið samtykkir eina sera stranga lóg um ferðahámark, har tú missir koyrikortið, um tú koyrir meira enn 30 km/t yvir hægst loyvdu ferð.
Hesi tiltøk síggjast aftur í hagtølunum, tí síðani 1988 hava tølini verið eitt-sifrrað ? størsta talið hevur verið sjey fólk um árið.
Í 1989, 1990, 1993, 1997 og í 1999 eru sjey fólk deyð í ferðsluni um árið. Bestu árini í so máta vóru í 1992 og 1998, tá »bert« eitt fólk doyði í ferðsluni. Vit skulu annars heilt aftur til 1970 fyri at finna eitt ár, har »bert« eitt fólk er farið í ferðsluni. Til samanberingar kann nevnast, at í 1970 vóru skrásett 3.369 akør í Føroyum. Í 1992 var talið 17.044 og í 1998 17.819. Í 2001 vóru skrásett 20.976 akfør í Føroyum.
Hyggja vit eftir hjá standandi korti, so síggja vit, hvar ferðsluvanlukkurnar eru hendar. Reyðu brikkarnir vísa á staðið, har vanlukkur eru hendar, sum hava kravt mannalív.
Í Havn og i Klaksvík eru nógvar vanlukkur hendar, sum hava kravt mannalív, men hyggja vit eftir landsvegunum, so eru nógv farin á Oyggjarvegnum og rættuliga nógv á strekkinum úr Kollafirði norður gjøgnum Sundalagið, eins og rættuliga nógv eru deyð á Skálafjørðinum.
Vit kunnu sjálvandi seta spurningin, um tað er vegnum, galið er við... Men svarið er kortini næstan altið:
? Ov nógv ferð og brennivín.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í fleiri ár tosað um ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, og skjýtur ráðið upp, at svenska null-hugsjónin verður brúkt sum grundarlag. Grundhugsjónin er, at eingin skal lata lív ella fáa álvarsliga skaða í ferðsluni. Hetta er sjálvandi høgt mál at seta sær, men er tað óhugsandi? Ella skulu vit góðtaka hesa stóra fólkaheilshóttan, sum ferðsludeyðin er?