1681 fólk færri í høvuðsvinnuni

Samlaða talið av føroyskum fiskimonnum við føroyskum fiskiskipum og talið av arbeiðsfólki á flakavirkjunum kring landið er minkað við tilsamans 1681 fólkum í seks ár Ein fyrispurningur hjá løgtingsmanni Sjálvsstýrisfloksins, Kára P. Højgaard, til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur fingið nøkur áhugaverd tøl undan kavi.

Kári setti Jacobi fimm spurningar, ið allir snúgva seg um fiskimenn og arbeiðsfólk, sum starvast í fiskaarbeiði á landi.

Løgtingsmaðurin vildi hava at vita, hvussu stórt talið av føroyskum fiskimonnum hevur verið við føroyskum fiskiskipum árini 2003 til og við 2008 ? og hvussu nógv fólk hava starvast í fiskivinnuni á landi somu ár.

Í svarinum hjá Jacobi Vestergaard, sum byggir á tøl hjá Hagstovu Føroya, kemur fram, at talið av føroyskum fiskimonnum við føroyskum fiskiskipum hesi árini er minkað við 913 fólkum, og í fiskavirkisvinnuni á landi er talið av arbeiðsfólki minkað við 768 fólkum.

Hetta merkir, at samlaða talið av føroyskum fiskimonnum við føroyskum fiskiskipum og talið av arbeiðsfólki á flakavirkjunum kring landið er minkað við tilsamans 1681 fólkum árini 2003 til og við 2008.