17 metrar eftir at spreingja

Nú restar lítið í til, at spreingiarbeiðið er liðugt í nýggja tunlinum hjá Havsbrún í Fuglafirði, har virkið ger tveir nýggjar goymslutunlar.


Á síni heimasíðu skrivar Havsbrún, at tað einans eru 17 metrar eftir at spreingja, men at restina av arbeiðinum fer at taka eitt sindur longri tíð.


Við in.fo sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, at arbeiðið væntandi verður liðugt um hálvan apríl.


- Hol varð sett á arbeiðið 20. september, og vit vænta, at verða liðug um hálvan apríl. Men alt spreingiarbeiðið verður liðugt í næsti viku. Eftir er so at planera tunlarnar, el-arbeiði og gera avlop.


Nýggju tunlarnir skulu brúkast til goymslu av mjøli, upplýsir stjórin.


- Vit hava borað tvær inngongdir, har ein er 114 metrar long og hin 134 metrar. Millum tær eru so tveir goymslutunlar, ið verða 250 metrar langir og 16 metrar breiðir.


- Tunlarnir verða myrkir, ráir og hava eitt javnt kuldalag, so teir eru væl egnaðir til at goyma mjøli hjá virkinum. Við hesum nýggju tunlunum fáa vit eisini eina betri strukturering av havnarlagnum. Millum annað verður frysting og goymsla nú í hvør sínum tunlum, sigur Odd Eliasen at enda.