17 ára gomul rann marathon

Bert 17 ára gamla Rannvá Djurholm var millum tey, sum sunnudagin runnu heilt maraton í Havn

Marathon

 

Hóast marathon-renningin var fyri aldursbólkin 18 ár og eldri, valdi Rannvá at taka avbjóðingina upp. Og tað gekst henni somikið væl, at hon gjørdist nummar tvey í kappingini. Hetta við tíðini 3 tímar, 44 minuttir og 55 sekund. Og uttan iva er hon yngsta kvinnan her á landi, sum hevur gjøgnumført eitt maraton, sum altso er 42.195 metrar.

Tá Rannvá bert er 17 ára gomul, hevði hon ikki møguleika at fáa ein teimum trimum ferðaseðlunum, sum vórðu lætnir í virðisløn til tríggjar tær fyrstu, sum komu á mál. Men lítil ivi er um, at gleðin við at gjøgnumføra avbjóðingina vigaði fult so nógv, sum ein ferðaseðil í hennara hugaheimi.

Sum skilst, so var Rannvá væl fyri eftir túrin, hóast beinini vóru eitt sindur eym og nakrar bløðrur vóru á føtunum. Eftir renningina varð dopingtest gjørd,hetta dróg langt út og gjørdi tað, at hon ikki var heima fyrr enn tveir tímar eftir, at hon kom á mál.