Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Mikudagin 8. mai fara 17 Sangarar á konsertferð til tveir av vinarbýunum hjá Klaksvík, nevniliga Odense og Norrkoping.
Kórið er boðið til Norrkoping av Musikalska Sallskapets Kammerkor, sum vitjaði í Føroyum í 1999.
Skráin á konsertferðini inniheldur norðurlenskar fosturlandssangir, andaligar sangir og eisini kunnu nevnast "Komm, holder Lenz!" úr Árstíðinum hjá Joseph Haydn og "Våren" hjá Edvard Grieg.
Eins og á undanfarnum konsertferðum bæði í Danmark og Noregi verða Monica Strauss Joensen og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð við á ferðini, og fara tær at spæla onkur tónleikastykkir fyri violin og klaver.
Fyrsta konsertin verður í Ansgars Kirkjuni í Odense mikukvøldið 8. mai, og er hetta triðju ferð, at kórið vitjar hesa kirkju.
Seinni sama kvøld verður eisini sungið í Kerte Kirke.
Í vikuskiftinum verður sungið ymsastaðni í Norrkoping og Soderkoping. Eisini Immanuelskirkjan í Norrkping verður vitjað.
17 Sangarar koma heim aftur komandi sunnudag.