17 tíðindafólk fyri rættin í Turkalandi

Turkiska stjórnin skuldsetur tey fyri at hava stuðlað yvirgangi

Í dag vórðu 17 blaðfólk og onnur starvsfólk á tíðindablaðnum Cumhuriyet stillað fyri rættin. Tey eru ákærd fyri á ymsan hátt at hava stuðlað yvirgangi móti turkisku stjórnini.

 

Verða tey funnin sek, tá dómurin fellur seinni í vikuni, kunnu tey vænta at fáa upp í 43 ára fongsulsrevsing. Tíggju teirra hava longu sitið varðhaldsfongslað í umleið níggju mánaðir.

 

Tað var nógvur rumbul, og rættarhølið í Istanbul var stúgvandi fult í morgun, tá rættargangurin skuldi byrja. Starvsfelagar, lesarar og avvarandi hjá teimum 17 ákærdu vóru møtt upp fyri at mótmæla.

 

- Hetta er ikki tann fyrsta rættarsakin av hesum slag, men Cumhuriyet er millum tey elstu, og eitt av teimum fáu óheftu bløðunum, sum eftir eru í landinum. Tí er alneyðugt at vera til staðar og mótmæla hesum ákærunum, segði eitt umboð fyri fjølmiðlafelagsskapin Reporters Without Borders við svenska tíðindamiðilin Dagens Nyheter í dag.

 

Politiski og átrúnaðarligi leiðarin Fetulla Gülen er undir illgruna av turkisku mynduleikunum fyri at standa aftanfyri miseydnaðu kvettroyndina í Turkalandi í fjør.

 

Síðani kvettroyndina hevur Erdogan-stýrið handtikið fleiri hundrað miðlafólk, sum hava verið undir illgruna fyri antin at stuðla Gülen-rørsluni ella kurdiska felagsskapinum PKK, ella fyri at hava niðrað turkisku stjórnina. Handtøkurnar hava havt við sær, at fleiri túsund miðlafólk eru koyrd úr starvi. Harafturat eru umleið 177 fjølmiðlastovur og 1200 heimasíður stongdar, sambært fjølmiðlafelagsskapinum Reporters Without Borders.