Í gjár vóru 170 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Hetta er nakað minni enn tað, vit hava sæð seinastu tíðina. Til dømis vóru 426 tilburðir staðfestir fyrradagin. Men hetta kemst væl saktans eisini av, at væl fleiri kanningar vóru gjørdar tá.
Tí seinasta samdøgrið eru "bara" 313 kanningar gjørdar, og av teimum eru 170 postivir tilburðir. Hetta vísir, at meira enn annarhvør, sum hevur latið seg kannað seinasta samdøgrið, hevur fingið positivt svar.
Sostat eru tað í løtuni 3.319 smittað 19 eru innløgd við koronu, harav níggju eru innløgd vegna koronu. 24 eru deyð við koronu í Føroyum.