Tað var ein stórhending hjá gásadalsfólki, tá tey í 2006 alment kundu koyra gjøgnum tann 1410 metrar langa tunnilin til heimbygd teirra.
Frammanundan hesum høvdu tey verið noydd at ganga upp fjall ella ferðast við tyrlu.
Hetta at ferðast til Gásadals var júst eitt av evnunum í filminum "1700 metrar frá framtíðini", ið fekk sera gott viðmæli frá fólki.
Hetta var ein filmur, sum danska Ulle Boje Rasmussen gjørdi í 1990, har hon lýsti lívið á hesi bygdini, sum var tann seinasta við vegasambandi til umheimin.
Hesin 84 minuttir langi filmurin var so mikið góður, at ein nú ætlar av sonnum at goyma hann.
Hetta var júst eitt av málunum sum bygdaráðið í Sørvági hevði til viðgerðar á seinasta fundi sínum. Her var eitt uppskot um stuðul til varðveitslu av hesum Gásadals-filminum.
Trivnaðarnevndin mælti til at játta 5000 krónur í stuðli til hetta, og hetta tók síðani fíggjarnevndin undir við. Og tá málið kom til viðgerð í bygdaráðnum varð eisini samtykt at játta 5000 krónur til hetta endamál.